Felags yvirlýsing, samtykt av Sjúkrarøktaretisku Ráðunum í Norðurlondum, í sambandi við Norðurlendskan Etikk ráðsfund í Kolding 27 – 28 september 2021

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

15/11/2021

Sjúkrarøktarfrøðingar vilja ikki skírast hetjur
Heimsfevnandi útbreiðslan av Covid-19 smittuni hevur lært okkum nógv um, hvussu
samfelagið virkar í kreppustøðu, og hvussu heilsuverkið virkar undir so álvarsligum trýsti, sum
ein alheimsfarsótt gevur. Vit eru eisini vorðin meira tilvitað um, hvussu stóran týdning
sjúkrarøktarfrøðingurin hevur, bæði tá ið tað snýr seg um at taka avgerðir innan sjúkrarøkt og
at útinna sjúkrarøkt.


Alheimsfarsóttin hevur elvt til broytingar í virkisøkinum hjá sjúkrarøktarfrøðinginum.
Tað vísti seg, at vit vóru ikki tilreiðar at handfara eina alheimsfarsótt. Í heilsuverkinum
manglaði neyðug kreppu tilbúgvingarætlan, ið kravdist til arbeiðið innan heilsu og sjúkrarøkt.
Tað snúði seg ikki einans um fysisku karmarnar, men um at arbeiða í verndarútgerð, um langar
vaktir, og um handfaring av etiskum tvístøðum, ið elvdi til moralska strongd.
Sjúkrarøktarfrøðingar vóru í etiskum avbjóðandi støðum, har teir vóru tvingaðir til
meiningsleysar raðfestingar, ið førdu til máttloysi millum útinnanina av sjúkrarøkt til tann
einstaka, og almennu krøvini um at forða smittuspreiðing. Til dømis kundu
sjúkrarøktarfrøðingar vera noyddir at taka avgerðir um, nær ein doyggjandi sjúklingur var nóg
sjúkur, til at loyva honum vitjan.
Leiðreglur um heilsurøkt vóru mentar og broyttar, so hvørt sum vitanin um Covid-19 vaks, og
smittuútbreiðslan øktist. Hetta, stundum uttan greining av, hvørjar avleiðingar leiðreglurnar
høvdu fyri einstaklingin, t.d. innan eldrarøktina. Leiðreglurnar forðaðu sostatt smittuspreiðing,
men lýstu ikki, hvussu isolatiónin kann ávirka einstaklingin, tá alt samband við teirra kæru, fór
fram ígjøgnum ein virtuellan rút, ella ein glasrút.
Leiðreglurnar gjørdu tað trupult hjá sjúkrarøktarfrøðinginum at útinna sjúkrarøkt eftir fakligu
metan síni, har vitan, royndir, vísdómur og skapanarevnir eru í samspæli, har viðgerð verður
veitt, sum linnar líðing, fremur heilsu og skal viðvirka til virðiligan deyða.
Sjúkrarøktarfrøðingar vóru noyddir at raðfesta neyðuga røkt, og farsóttin elvdi sostatt ikki bert
til manglandi tilrættarlagda røkt og viðgerð, men til manglandi røkt, sum heild.
Sjúkrarøktarfrøðingar vilja verða stoltir av faki sínum. Ikki sum hetjur, men sum dugnalig
fakfólk, ið eru har fyri sjúklingarnar. Nú samfelagið letur upp, og farsóttin framhaldandi herjar,
er tað neyðugt at vit tosa um royndir okkara, so vit læra av søguni, og fyrireika okkum til
framtíðina, eisini tá tað snýr seg um yrkisliga tilbúgving.
Norðurlendsku Sjúkrarøktaretisku Ráðini varpa ljós á týdningin av, at samstarvsfelagar stuðla
hvørjum øðrum og hava møguleika fyri etiskari reflektión, soleiðis at vit:


- Standa saman um yrkisligu etisku leiðreglurnar
- Verja sárbæra sjúklingin
- Hava dirvi at boða frá manglandi røkt og teimum avleiðingum, ið standast av
hesum.


Kunning um virki og sjónarmið hjá Sjúkrarøktaretisku Ráðunum:
Danmark: https://dsr.dk/ser
Føroyar: http://sjukrarokt.fo/
Grønland: http://pk.gl/ser/
Noregi: https://www.nsf.no/fag/etikk
Svøríki: https://www.swenurse.se/Vi-arbetar-med/Etik/Sjukskoterskornas-etiska-rad