Evnisdagur "At eyðmerkja og handfara etiskar støður í sjúkrarøktini"

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

20/09/2021

Áhugabólkarnir FPS, FÁ2, FÁ3, FÁG4, FÁ5, FÁ6 og FÁ8

saman við Sjúkrarøktaretiska Ráðnum skipa fyri evnisdegi fyri 

limunum í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

 

“At eyðmerkja og handfara etiskar støður í sjúkrarøktini”

 

Týsdagin 26 oktober kl 8.30 -15.30 á Hotel Føroyum

Fyrrapartin fer navnframi filosoffurin Jacob Birkler  at halda fyrilestur við støði í evninum og luttekur í orðaskiftinum um evnið aftaná.

Seinnapartin verður undirvíst í frymlinum “Etisk Refleksjón í Sjúkrarøkt” og høvi verður at royna hann við støði í hugsaðum dømum

 

Kostnaðurin fyri hvønn er 500,- kr. Við í prísinum er morgunmatur, kaffi/te fyrrapart, miðmáli og kaffi/te og køka seinrapart

 

Freistin at boða frá luttøku er fríggjadagin 15 oktober

 

Tilmelding: Send boð um luttøku til etikkur@sjukrarokt.fo, samstundis sum tú rindar 500,- kr á Kto 9181-185 05 06 og viðmerkir SER