Álop á fakfelagsrørsluna

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

15/06/2021

Fakfelagssamstarvið átalar staðiliga ætlanum hjá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum at skerja verkfalsrættin hjá fakfeløgunum.

Hetta er eitt álop á alla fakfelagsrørsluna og á fría samráðingarrættin. At lóggeva sjálvan rættin at fara í verkfall frá fakfeløgunum, er at broyta sjálvt grundarlagið fyri sáttmálasamráðingum.

Fakfelagsrørslan er ein hornasteinur í vælferðarsamfelagnum, og hevur tryggjað vanliga borgaranum tey livikorð, tær arbeiðstreytir og vælferðarskipanir, ið eru.

Tað er okkum heilt greitt, at hetta uppskot hevur ligið klárt frammanundan. Vit hava áður hoyrt um tað, men hava valt at latið ivan komið landsstýrinum til góðar. Tíverri vísir tað seg, at álitið varð svikið. Tí longu á fyrsta verkfalsdegi nýtir landsstýrismaðurin høvið at leggja uppskotið fram.

Vit hava longu frammanundan fyriskipanir, ið kunnu loysa tílíkar avbjóðingar í sáttmálaósemjum, eitt nú Semingslógina og Fasta Gerðarrættin.

Fakfeløgini geva støðugt undantøk í verkføllum, tá lív og heilsa eru í váða. Hetta er eisini gjørt í hesi ósemjuni, tí er inntrivið heilt óneyðugt.

Kemur hetta uppskotið í Tingið, er hetta eitt beinleiðis álop á alla fakfelagsrørsluna. Tá verður hetta sostatt ikki longur ein ósemja millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og eitt fakfelag, men ein ósemja við alt Fakfelagssamstarvið.

 

Fakfelagssamstarvið