Stuðulsyvirlýsing

Skrivað hevur Óluva í Gong

13/06/2021

Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar lýsir hervið sín stuðul til Føroya Pedagogfelag í teirra stríði fyri, at fáa betri sømdir til limir sínar.

Semja finst bert, um partarnir seta seg saman fyri at finna eina felags loysn, tí vilja vit heita á Fíggjarmálaráðið/KAF um at seta seg aftur við samráðingarborðið. Tað er har, ið loysnin eigur at finnast

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vil eisini gera vart við, at í samband við verkfalli hjá Føroya Pedagogfelag verður noktað limum felagsins at taka upp verkfalsrakt arbeiðið.

 

Limir í starvast á vekfalsraktum økjum skulu:

·        gera tað sama arbeiðið undir verkfallinum, sum tey gjørdu undan verkfallinum

·        møta upp til tær tíðir, sum galdandi vaktarskema ásetir

·        átaka sær ongar nýggjar uppgávur

·        átaka sær hvørki fleiri vaktir, umlagdar vaktir, meirarbeiði ella yvirtíðararbeiði.

 

Eru ivamál so vendi tykkum til felagið.