Aðalfundur verður Altjóða sjúkrarøktarfrøðidagin 12. mai

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

13/04/2021

Útsetti aðalfundur felagsins verður á Hotel Føroyum mikudagin 12. mai 2021

Fundurin byrjar kl 15:00

Dagsskrá sambært viðtøkum felagsins § 14, 3 stk.

  1. Val av fundarstjóra 
  2. Val av atkøvðuteljarum
  3. Góðkenning av dagsskrá
  4. Góðkenning av starvsskipan
  5. Frágreiðing formansins
  6. Framløga av rammufíggjarætlan og roknskapi, harímillum áseting av limagjaldi
  7. Innkomin uppskot
  8. Val av tveimum grannskoðarum
  9. Ymiskt

Neyðugt er við nýggjari tilmelding á info@sjukrarokt.fo í seinasta lagi fríggjadagin 7. mai kl. 12:00.

Boðast skal frá, um ein luttekur bæði til aðalfund og døgurða (vinarliga viðmerk um serlig atlit skulu takast til tín mat). Atgongumerkið til døgurðan verður útflýggjað við innskrivingina.  

Eru serlig ynski um hvønn tú vil sita saman við til døgurðan, so vinarliga viðmerk arbeiðsstað/deild.