Hvør skal verða ársins sjúkrarøktarfrøðingur 2021

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

18/02/2021

  

 

Hevur tú uppskot til ársins sjúkrarøktarfrøðing 2021?

Felagið hevur  avgjørt at limir felagsins skulu hava møguleika at velja ársins sjúkrarøktarfrøðing 2020.

Orsøkin til hesa avgerð er, at sjúkrarøktarfrøðingar í dagliga arbeiðinum eru fyri stórum avbjóðingum – bæði fakliga og kensluliga.

Felagið virðismetir arbeiðið tit gera, og vil tí heiðra ársins sjúkrarøktarfrøðing.

Fortreytirnar fyri at kunna veljast til ársins sjúkrarøktarfrøðing eru:

  • Virkin limur í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Kann hava verið við til at menna/profilera sjúkrarøktaryrkið á ein jaligan hátt
  • Kann hava útmerkað seg sum inspirator fyri starvsfelagar, nýútbúnar sjúkrarøktarfrøðingar og lesandi
  • Kann á ein jaligan hátt verið inspirerandi fyri starvsfelagar
  • Er semjusøkjandi
     

 Vit heita á limir okkara um at senda okkum innstilling hvønn tey meta eigur at verða kosin ársins sjúkrarøktarfrøðingur.

Í uppskotinum skal stutt verða greitt frá hví tit halda at tað fólk, ið tit skjóta upp, skal fáa heiðurin at verða valt til ársins sjúkrarøktarfrøðing.

 Send felagnum ein teldupost við tínum/tykkara uppskoti til anar@sjukrarokt.fo

 Uppskotið skal verða  felagnum í hendi í seinasta lagi 8. mars.

Tað er ein stýrisbólkur, settur av felagnum, ið tekur avgerð hvør fær heiðurin.

 Ársins sjúkrarøktarfrøðingur verður heiðraður  við einum gávubrævi á aðalfundinum 20. mars