Nevndarval

Skrivað hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

09/02/2021

Val verður til nevndina í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar frá 4. mars til 15. mars.

 Fyri at tryggja øllum limum atkvøðurætt, er neyðugt, at felagið hevur røttu teldupost adressuna.

 Tí heita vit á allar limir, um at senda okkum teldupostadressuna skjótast gjørligt.

 Vinarliga skriva eisini navn, bústað og limanummar, so felagið samstundis kann gera rættingar inni á limakartotekinum.

 Nærri kunning um valið kemur í Vøku

 Telduposturin skal sendast til info@sjukrarokt.fo