Sáttmáli millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
og
Fíggjarmálaráðið 2010/2015
Innihald
Partur I
§ 1 Sáttmálaøki og samráðingarpartar
§ 2 Álitisumboð – Nevndarlimir
Partur II
Partur III
Partur IV
§ 10 Fyribils setan í hægri starv
Partur V
§ 17 Setanarbræv – Starvslýsingar
§ 22 Broyting í arbeiðsgongd v.m.
Partur VI
Seravtalur
§ 24 Sjúkrarøktarfrøðingar í Almannaverkinum/Heimatænastuni
§ 26 Sjúkrarøktarfrøðingar settir við røktar- og ellisheim v.m.
§ 27 Sjúkrarøktarfrøðingar settir sum tænastumenn
§ 28 Tímaløntir sjúkrarøktarfrøðingar
§ 29 Sjúkrarøktarfrøðingar við framhaldsútbúgving
§ 1 Sáttmálaøki og samráðingarpartar
stk. 1. Sáttmálin fevnir um sjúkrarøktarfrøðingar, settir í starv, har samráðingarpartarnir eru Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
a Sjúkrahúsverk Føroya
b Almannaverkið
stk. 2. Sáttmálin verður eisini sambært viðtøkuváttan at seta í verk fyri sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiða á:
a Ellis- og røktarheimum
b Viðgerðar-, hvíldar-, vistar- og umlættingarheimum
c Sambýli/ bústovnar
§ 2 Álitisumboð – Nevndarlimir
stk. 1. Á einum arbeiðsplássi, har 3 limir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar arbeiða, hava teir rætt at velja eitt álitisumboð.
stk. 2. Til álitisumboð kunnu bert veljast tey, ið eru virknir limir í felagnum. Treyt fyri at kunna veljast sum álitisumboð er, at viðkomandi hevur starvast minst ½ ár á avvarðandi stovni.
stk. 3. Valið hevur ikki gildi, fyrr enn tað er góðkent av Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og boðað leiðsluni á avvarðandi stovni. Henda fráboðan eigur at verða gjørd í seinasta lagi 14 dagar eftir valið.
Avvarðandi stovnur hevur rætt at mótmæla valið til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, um hetta hendir innan 14 dagar eftir, at avvarðandi stovnur hevur fingið valúrslitið.
stk. 4. Álitisumboð hevur skyldu at ansa eftir, at lógir, sáttmálar, fyriskipanir, mattíðir o.a., ið er galdandi fyri arbeiðsstaðið sum heild, verða hildin.
stk. 5. Álitisumboð hevur rætt og skyldu at tingast við deildar- og stovnsleiðsluna um øll mál, sum av Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar eru løgd til tess. Eru álitisumboð og starvsfólk ikki nøgd við avgerð leiðslunar eftir loknar samráðingar, skal málið leggjast fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
stk. 6. Tá talan er um flyting ella uppsøgn av starvsfólki, skal leiðslan samráðast við álitisumboðið á avvarðandi deild. Verða partarnir ikki samdir, skal álitisumboðið leggja málið fyri felagið.
stk. 7. Tá talan er um setan av starvsfólki, skal álitisumboðið hava málið til ummælis, áðrenn endalig støða verður tikin.
stk. 8. Álitisumboð skal – í samráð við stovnin – í arbeiðstíðini hava møguleika fyri at taka sær av málum, ið viðvíkja starvsfeløgum ella arbeiðsviðurskiftum á staðnum, tó soleiðis at tað tarnar arbeiðinum so lítið sum gjørligt.
stk. 9. Verða álitisumboð og nevndarlimir uppsagdir í setanartíðini og tvey ár aftaná, at tey eru farin frá sínum álitisstørvum, skal uppsøgnin viðgerast millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og arbeiðsgevaran. Við uppsøgnini skal fylgja holl skrivlig grundgeving fyri uppsøgnina. Henda grundgeving verður grundarlagið undir fundinum millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og arbeiðsgevaran.
Metir Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar uppsøgnina ógrundaða, skal álitisumboðið og nevndarlimurin halda fram í starvinum og sum álitisumboð.
stk. 10. Tá ið álitisumboð søkja um at sleppa á álitisumboðsskeið og aðalfund, eigur avvarðandi stovnur at viðgera slíkar umsóknir við vælvild. Sama er galdandi fyri nevndarlimir í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
stk. 11. Um starvsfólk er valt í nevnd felagsins, skal verða givin heimild at fremja felagsarbeiði í vanligu arbeiðstíðini í givnum førum t.d. undir sáttmálasliti, sáttmálasamráðingum og arbeiðsósemjum. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ger avvarðandi stovn varugan við hetta í hvørjum einstøkum føri.
stk. 12. Um sjúkrarøktarfrøðingur er valdur í nevnd Felag Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga, skal sjúkrarøktarfrøðingurin hava rætt til tænastufrí við løn til nevndararbeiði ein dag um mánaðin.
stk. 13. Tann, sum verður vald til forkvinnu í felagnum, hevur altíð rætt til farloyvi frá sínum egna starvi uttan løn. Tá formanstíðin er av, hevur stovnurin skyldu at hava starv tøkt á sama støði, í sama stovni og í sama øki.
stk. 14. Uppsagnartíðin hjá álitisfólki verður longd soleiðis, at 3 mánaðir verða lagdir afturat uppsagnartíðini, sum hvørt einstakt álitisfólk hevur innvunnið.
Partur II
stk. 1. Flokking av størvum – lønarflokkar – standa undir sertalvum fyri teir einstaku bólkarnar.
stk. 2. Hjá parttíðarsettum verður lønarbrotparturin niðurskrivaður í mun til arbeiðstíðina.
stk. 3. Serligar reglur eru fyri tímaløntar sjúkrarøktarfrøðingar, samb. § 28 um tímalønt arbeiði.
stk. 1. Starvsaldur er tvey ár á hvørjum lønarstigi hjá øllum sjúkrarøktarfrøðingum.
Frá 1. februar 2007, er starvsaldur hjá sjúkrarøktarfrøðingum við bachelorútbúgving í sjúkrarøkt tvey ár á hvørjum lønarstigi.
stk. 2. Starvsaldur verður roknaður fyri fastlønt, og um sjúkrarøktarfrøðingur kann prógva minst 59 tíma arbeiði í einum mánaði, uttan at hava verið í førstum starvi, verður starvsaldur roknaður.
stk. 3. Framhaldsútbúgving innan sjúkrarøktina telur starvsaldur.
stk. 4. Er sjúkrarøktarfrøðingur settur at arbeiða minst 15 tímar um vikuna, verður fullur starvsaldur roknaður.
stk. 5. Tá ið sjúkrarøktarfrøðingur fer úr starvi, hevur setanarstaðið skyldu at útskriva setanarkort.
Sjúkrarøktarfrøðingurin hevur skyldu at vísa setanarkortið hjá nýggjum arbeiðsgevara.
stk. 6. Verandi lærarar á sjúkrarøktarfrøðiskúlanum verða fluttir ”næst yvir”, tá teir gerast kandidatar.
stk. 1. Sáttmálasettir sjúkrarøktarfrøðingar eru í eftirlønargrunni hjá Lív.
stk. 2. Eftirlønargjaldið er 15%.
stk. 3. Sjúkrarøktarfrøðingar, settir í starv eftir 60 ára aldur, og sum ikki ynskja upptøku í eftirlønargrunn, fáa bruttogrundlønina útgoldna.
stk. 4. Samb. løgtingslóg um starvsmenn, dagfest 20. mars 1958, við broytingum verður eftirsitandi hjúnafelaga/børnum veitt løn í samband við deyða.
stk. 5. Full løn verður útgoldin tann mánaðin, starvsmaðurin doyr, og tríggjar eftirfylgjandi mánaðir.
stk. 1. Sátttmálalønt fáa útgoldið lønina afturút.
stk. 2. Stovnurin greiðir eftirlønargjaldið til Lív.
stk. 3. Allir sjúkrarøktarfrøðingar hava rætt at fáa útgreinaðan lønarseðil.
stk. 4. Lønin verður útgoldin umleið 25. í mánaðinum.
Partur III
stk. 1. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.
stk. 2. Hvussu arbeiðstíðin verður býtt út á dagarnar í vikuni, avger stovnurin alt eftir, hvussu arbeiðsgongdin á viðkomandi stovni er.
Vanlig tænasta kann tilrættisleggjast millum 7 og 9 tímar. Arbeiðstíðin kann vera undir 7 tímar í samband við aðra frítíð, um starvsfólkið hevur aðra frítíð til góðar so sum yvirarbeiði.
stk. 3. Tá sjúkrarøktarfrøðingur hevur fingið játtað tænastufrí við løn, verður henda tíð roknað sum arbeiðstíð, tó ongantíð við meira enn vanligan arbeiðsdag.
stk. 4. Stovnurin og álitisumboð/Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kunnu gera seravtalur um, at tann vanliga arbeiðstíðin kann víðkast við 1 tíma og/ella niðursetast við 2 tímum.
stk. 5. Arbeiðstíð, út um tað, sum avtalað er sum føst arbeiðstíð, verður at rokna sum úrtíð.
stk. 6. Er mattíðin fastløgd, verður hon ikki roknað við í arbeiðstíðina.
Er ikki møguleiki at fastleggja mattíðina, verður hon roknað sum arbeiðstíð, og skal haldast, tá ið arbeiðsgongdin loyvir tí.
Henda fríløtan kann vera upp til ½ tíma, og skal starvsfólkið vera til taks, um brúk er fyri tí.
Verður arbeitt 2 tímar ella meiri út um vanliga arbeiðstíð, hevur starvsfólkið rætt til ½ tíma matarsteðg uttan lønarmiss.
stk. 7. Fyri hvørjar fullar 40 tímar sum kvøld- ella náttarvakt eigur sjúkrarøktarfrøðingurin at fáa frí 3 tímar. Kvøld- og náttararbeiði er arbeiði, ið er byrjað kl. 14 ella seinni, og sum fer út um kl. 17.
Hesar reglur galda fyri allar dagar í vikuni (yrkadagar, leygar- og sunnudagar og halgidagar), men ikki fyri úrtíð, tilkalli- og samdøgursvaktir. Vunnin frítíð skal mótroknast í fullum arbeiðsfríum døgum, tað eru dagar, ið annars áttu at verið arbeiðsdagar.
Um vunnin frítíð ikki er frígingin áðrenn frítíðarárið, skal hon útgjaldast sum úrtíð.
Fyri tímalønt starvsfólk er hetta ikki galdandi, tí í tímalønini fyri kvøld- og náttararbeiðið er viðbótin íroknað.
stk. 8. Arbeiðsætlan yvir arbeiðstíð verður kunngjørd soleiðis, at sjúkrarøktarfrøðingar 4 vikur fram vita, hvussu arbeiðstíðin er løgd tilrættis, og nær teir hava frí.
Hetta er tó ikki galdandi fyri tímaløntar sjúkrarøktarfrøðingar. Broytingar mugu ikki fara fram tær seinastu 4 vikurnar, ið arbeiðstíðin er tilrættisløgd. Um broytingar fara fram, skal tað bert vera undir serligum umstøðum, so sum sjúku og í samráð við starvsfólkið.
Frígonga, orsakað av uppsparing av serligum veitingum t.d. úrtíðararbeiði, sunnu- og halgidagsarbeiði og annað, skal kunngerast í arbeiðstíðini í seinasta lagi 72 tímar, áðrenn frígingið verður.
Um tilrættisløgd frígonga verður tikin aftur, skal hetta kunngerast í seinasta lagi 72 tímar, áðrenn farið verður undir arbeiðið, sum liggur beint áðrenn, farið verður undir frídagar. Um ikki er fráboðað rættstundis, skal tíðin samsýnast sum úrtíð/mist frítíð.
stk. 9. Umlagdir tímar
Verður neyðugt at broyta vanligu arbeiðstíðina (tímalønt undantikin) í mun til ta upprunaligu, skal fráboðast við minst 72 tíma freist.
Verður henda freist ikki hildin, skal sjúkrarøktarfrøðingurin fáa viðbót 23.25 kr. um tíman.
Broytt arbeiðstíð er at skilja sum tíð, ið fellur uttan fyri ásettu arbeiðstíðina, men ikki er at rokna sum úrtíð.
stk. 10. Úrtíðararbeiði eigur helst ikki at vera
Úrtíðararbeiði skal alt, tað ber til, samsýnast við frítíð, sum skal vera eins long og úrtíðin og við viðbót upp á 50% rundað uppeftir til heilar tímar.
Er úrtíðararbeiðið ikki samsýnt við frítíð, tá ið 3 mðr. eru loknir, frá tí at úrtíðararbeiðið varð gjørt, verður løn goldin fyri úrtíðararbeiðið (úrtíðarløn = tímaløn + 50%).
Tá ið sjúkrarøktarfrøðingurin verður settur til at arbeiða yvir, skal hann hava boð um tað dagin fyri í arbeiðstíðini. Verður ikki fráboðað rættstundis, skal sjúkrarøktarfrøðingurin hava viðbót upp á 25.77 kr., um úrtíðararbeiðið er meira enn 1 tími.
Millum arbeiðsgevaran og álitisumboð/Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kann avtala gerast um, at har møguleiki ikki er at fríganga, skal útgjaldan fara fram, áðrenn 3 mánaðir eru gingnir.
Úrtíðararbeiði verður upptalt soleiðis:
Arbeiði undir ½ tíma: rundað til ½ tíma.
Arbeiði yvir ½ tíma: rundað til 1 tíma.
Eyka tilkallivakt (uttan uppkall), verður tald við sum úrtíðararbeiði sambært grein 8 stk. 3 - 4 gjøld.
stk. 11. Parttíðarsett
ið arbeiða meira enn tað tímatal, ið er avtalað, verða samsýnt í sama mun við frítíð.
Er frítíðin ikki givin, eftir at 3 mðr. eru farnir, fáa tey vanliga tímaløn sambært avtalu.
Parttíðarsett eru ikki umfatað av grein 7 stk. 2. Tænasta, ið er uttan fyri ásettu longd av arbeiðsdegi á stovninum (grein 7 stk. 2) verður roknað sum úrtíðararbeiði.
Fráboðan um úrtíðararbeiði skal fara fram dagin fyri í arbeiðstíðini, sí grein 7 stk. 10.
Um partarnir avtala annað tímatal enn tað, ið avtalað er í setanarbrævinum, skal broyting gerast í lønarbrøkinum fyri ta ávísu tíðina.
stk. 12. Frídagar/døgn og frítíð
I Sjúkrarøktarfrøðingur hevur rætt til eitt frítíðarskeið um vikuna. Hesa tíðina kann tilkallivakt/samdøgurvakt ikki áleggjast samb. grein 8.
Arbeiðsætlan eigur at verða løgd soleiðis, at niðanfyri standandi krøv í sambandi við frítíðarskeið verða fylgd.
a) Frítíðarskeiðið skal vera minst 64 tímar út í eitt. Tó verður tað roknað sum givið frítíðarskeið, um frítíðarskeiðið bert er millum 55 og 64 tímar.
b) Um frítíðarskeiðið ikki hevur áðurnevndu longd (a), skulu ístaðin gevast tvey (2) frítíðarskeið.
Hesi frítíðarskeið skulu vera minst 40 tímar út í eitt. Tó verða tey roknað sum givin frítíðarskeið, um skeiðið bert hevur verið 35-40 tímar.
c) Verða 2 ella fleiri frítíðarskeið við longd, sum nevnt undir a, samanløgd, skal tað fyrsta lúka treytirnar undir a. Hini skulu vera 48 tímar.
d) Verður eitt frítíðarskeið til longdar, sum nevnt undir a, samanlagt við eitt frítíðarskeið, sum nevnt undir b, skal tað fyrsta frítíðarskeiðið lúka krøvini undir a. Hini frítíðarskeiðini skulu vera 24 tímar.
Verða 2 ella fleiri frítíðarskeið til longdar, sum nevnt undir b, samanløgd, skulu tey fyrstu tilsamans vera til longdar, sum nevnt undir a. Hini skulu vera 24 tímar.
II Verður fritíðarskeið tikið aftur við stytri fráboðan enn 4 vikur, verður samsýning givin sum úrtíð/mist frítíð fyri í minsta lagi 6 tímar.
III Við skrivligari avtalu millum arbeiðsstað, álitisumboðið /Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kunnu seravtalur gerast um, at arbeiðast kann upp til 12 samdøgur millum frítíðarskeiðini.
stk. 13. Skeivir halgidagar/fastir frídagar, ið ikki falla á sunnudagar
Sjúkrarøktarfrøðingur hevur rætt til frí ella aðra frítíð á hesum døgum:
Nýggjársdag, skírisdag, langafríggjadag, páskaaftan, 2. páskadag, dýrabiðidag, flaggdag, kristihimmalferðardag, hvítusunnuaftan, 2. hvítusunnudag, grundlógardag eftir kl. 12, ólavsøkuaftan eftir kl. 12, ólavsøkudag, jólaaftan, 1. jóladag, 2. jóladag, nýggjársaftan.
I Onnur frítíð verður givin undir hesum umstøðum:
Vanlig tænasta, tilkallivakt/samdøgurvakt á skeivum halgidegi.
Vikufrísamdøgur ella annað frítíðarskeið samb. grein 7 stk. 12.
II Hetta er tó ikki galdandi í hesum førum:
a Skeivur halgidagur fellur á vikufrídag, tá starvsfólkið altíð hevur frí.
b Parttíðarsett, sum avtala er gjørd við um føst arbeiðsskeið, og tá skeivur halgidagur fellur á tann
fasta ásetta vikufrídagin í tí arbeiðsfríu vikuni.
III Longdin á frítíðarskeiðunum er samb. stk. 12. a-b.
Er frítíðin ikki avgreidd innan 3 mánaðir, ella frítíðin verður tikin aftur við stytri fráboðan enn 4 vikur, verður samsýnt samb. stk. 12-II.
stk. 14. Uppkall
Teimum, ið ikki er álagt tilkalli/samdøgurvakt, grein 8, og verða biðin til arbeiðis uttan fyri vanliga arbeiðstíð, fáa løn sum fyri úrtíð, tó í minsta lagi fyri 3 tímar. Fyri arbeiði meira enn 3 tímar verður goldin úrtíð fyri hvønn tíma (byrjaðan). Verður sjúkrarøktarfrøðingurin biðin til arbeiðis fleiri ferðir innan 3 tímar, fær hann tó bert løn fyri 3 úrtíðartímar.
Verður hann biðin um at koma til arbeiðis í einum frítíðarskeiði á 24 tímar ella meir, er støðan sum við frátøku av einum frídegi samb. stk. 12. Fyri fleiri boðsendingar innan 6 tímar frá fyrstu boðsending verður ikki givið eyka frí/løn. Verður onnur boðsending ikki givin fyrr enn 6 tímar eftir fyrstu boðsending, verður goldið samb. reglunum í fyrsta petti.
stk. 15. Sunnu- og halgidagar
Sunnudagsarbeiði og arbeiði á halgidøgum, ið ikki eru sunnudagar, verður samsýnt við ½ tíma eyka fyri hvønn arbeiðstíma.
Er endurgjaldsfrítíð ikki givin, tá ið 3 mðr. eru loknir, frá tí arbeiðið er gjørt, verður latið endurgjald svarandi til 50% av tímalønini í dagtænastu.
Nevnda samsýning verður eisini givin samb. úrtíðararbeiði grein 7 stk. 10.
Endurgjald verður goldið fyri hvønn byrjaðan ½ tíma. Um starvsfólkinum, (uttan teimum, ið eru sett sunnudag), verður álagt at arbeiða meira enn 6 sunnudagar í einum ársfjórðingi, fær tað eyka samsýning fyri hesar sunnudagar, svarandi til helvtina av vanligu eyka samsýningini. Skal helst frígangast á heilum arbeiðsfríum døgum.
stk. 16. Leygardagstænasta
1 Fyri arbeiði leygardagar í tíðarskeiðnum kl. 06-24 og mánadagar í tíðarskeiðnum frá kl. kl. 00 til náttarvaktin endar mánamorgun, verður fyri hvønn tíma útgoldin leygardagsviðbót, svarandi til 20% av tímalønini í dagtænastuni galdandi frá 1. oktober 2012
Viðbótin verður goldin fyri hvønn byrjaðan tíma.
Viðbótin verður eisini givin í sambandi við úrtíðararbeiði.
2 Verður arbeitt mánadagar áðrenn kl. 06 sum liður í frammanundan tilrættisløgdum arbeiði, ið byrjað er sunnudag kl. 24 ella áðrenn, verður viðbótin goldin fyri tann partin av arbeiðinum, ið liggur frá sunnudegi kl. 24 til mánamorgun, tá náttarvaktin endar.
Viðbótin verður ikki latin fyri dagar, tá ið onnur viðbót verður veitt, t.d. halgidagsviðbót.
Hetta er galdandi fyri allar vaktir.
stk. 17. Kvøld- og náttararbeiði
Verður arbeitt millum 17 og 23, verður fyri hvønn tíma útgoldin kvøldarviðbót svarandi til 20 % av tímalønini í dagtænastuni galdandi frá 1. oktober 2012.
Verður arbeitt millum kl. 23 og 06, verður fyri hvønn tíma útgoldin náttarviðbót svarandi til 30% av tímalønini í dagtænastuni galdandi frá 1. oktober 2012.
Teir sjúkrarøktarfrøðingar, sum í einum ársfjórðingi arbeiða meira enn 31 vaktir tilsamans, fáa fyri hetta meirarbeiði eina viðbót afturat, ið svarar til helvtina av áðurnevndu viðbót. Henda regla er tó ikki galdandi fyri tey, ið bert eru sett sum kvøld- ella náttarvakt.
stk. 18. Arbeiðsplássið og álitisumboðið/Felagið
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kunnu við skrivligari avtalu avgera at stytta hvílutíðina millum 2 vaktir niður til 8 tímar. Starvsfólkið hevur rætt til samlaða hvíld 11 tímar um samdøgrið, tó kann hvílutíðin millum tvær vaktir niðursetast til 8 tímar eftir seravtalu millum starvsfólkið og stovnin.
stk. 19. Sjúkrarøktarfrøðingar settir sum stovnsleiðarar ella varaleiðarar eru ikki umfataðar av reglunum um hægstu tænastutíð og eru tí ikki umfataðir av grein 7, stk. 1-18.
stk. 1. Sjúkrarøktarfrøðingum kann verða álagt hesar tilkallivaktir:
Vakt 1: Tilkallivakt frá heimi.
Vakt 2: Tilkallivakt frá vaktstovu.
Sjúkrarøktarfrøðingur hevur skyldu at møta beinanvegin, tá ið tilkallað verður. Tá ið talan ikki er um samdøgurvakt, er tað ein treyt, at áðrenn ein tilkallivakt byrjar, hevur verið ein vanligur arbeiðsdagur millum 7 og 9 tímar.
Í sambandi við vakt frá heimi metir arbeiðsgevarin, um teinurin millum heim og arbeiðsstað er ov langur. Um ov long tíð verður nýtt til ferðing, skal slagið av tilkallivakt broytast.
Krøv til vaktstovu eru hesi:
Sovi-, lesi- og skrivipláss. Somuleiðis skápspláss eftir tíðarhóskandi støði. Harumframt telefon. Rúmið skal ikki nýtast til annað endamál um dagin, og rúm/skáp skulu verða læst.
Atgongd til WC og bað. Somuleiðis atgongd til tekøk og kuldaskáp.
Undir tilkallivakt hevur sjúkrarøktarfrøðingurin rætt til flutning/hýruvogn eftir skjalprógvi til og frá arbeiðsstaðnum við tilkalling.
Verður egið akfar nýtt, verður viðbót latin, ið svarar til ½ hýruvognsgjald. Galdandi fyri alla vaktina.
stk. 2. Sjúkrarøktarfrøðinginum kann eisini verða álagt samdøgurvakt á døgum, tá tað ikki er tilrættislagt fult dagsarbeiði.
Ein samdøgurvakt verður at rokna í tí álmanakkasamdøgri, tá teir flestu tímarnir liggja.
stk. 3. Ein tilkallivakt (tó ikki samdøgurvakt) er partur av tí vanligu vikuarbeiðstíðini samb. grein 7 stk. 1 við hesum virðum fyri hvønn tíma:
Vakt 1: 1/3 tíma (heima)
Vakt 2: 3/4 tíma (vaktstova)
stk. 4. Samdøgurvaktin er partur av tí vanligu vikuarbeiðstíðini, samb. grein 7 stk. 1, við hesum virðum um samdøgrið:
Vakt 1: 14 tímar (heima)
Vakt 2: 20 tímar (vaktstova)
Um tilkallivakt/samdøgurvakt ikki verður roknað við í ta vanligu vikuarbeiðstíðina, verður hon roknað sum úrtíðararbeiði. Um álagt verður eykatilkallivakt, skal hon umroknast til vanligar tímar og samsýnast sum úrtíð.
stk. 5. Fráboðan (umlagdir tímar)
Verður neyðugt at gera frávik í arbeiðstíðini hjá tí, sum upprunaliga varð avtalað, skal sjúkrarøktarfrøðingurin, tó ikki tímalønt, hava boð um tað í minsta lagi 72 tímar frammanundan.
Verður henda freist ikki hildin, verður fyri hvønn tíma, sjúkrarøktarfrøðingurin er til taks, íroknaðir tímar við virknum arbeiði, veitt viðbót svarandi til helvtina av viðbótini samb. grein 7 stk. 9.
stk. 6. Fyri ta tíð, roknað frá boðsending, tá ið virkið arbeiði verður gjørt undir tilkallivakt (tó ikki samdøgurvakt) samb. stk. 7, verður samsýnt við frítíð sum fyri úrtíðararbeiði ella við úrtíðarløn samb. grein 7 stk. 10, minkað við teimum virðum, sum nevnd eru í stk. 3.
Harumframt galda serveitingar í grein 7 stk. 15, 16 og 17.
Hvørt uppkall telur sum minst 1 tíma arbeiði. Boðsending verður lønt fyri hvønn byrjaðan tíma við virknum arbeiði. Fyri fleiri boðsendingar í sama tíma, verður tó bert samsýnt fyri ein tíma.
stk. 7. Fyri 24 tíma vaktir samb. stk. 2 galda hesar reglur:
1. Fyri 8 teir fyrstu tímarnar við virknum arbeiði verður ikki veitt eyka frítíð ella løn.
2. Fyri virkið arbeiði meira enn 8 tímar verður veitt frítíð sum fyri úrtíðararbeiði ella úrtíðarløn samb. grein 7 stk. 10. Tó skal eingin minking, svarandi til stk. 3 sum nevnt undir stk. 6, gerast.
3. Viðbøturnar í grein 7 stk. 15, 16, 17 og 18 galda fyri boðsendingar samb. pkt. 1 og 2. Í samband við samdøgursvakt á sunnu/ og føstum halgidøgum, verður undir øllum umstøðum givin samsýning sum fyri sunnudag, fyri 8 tímar.
4. Virkið arbeiði í 24 tíma vaktum verður uppgjørt sum nevnt í stk. 6.
stk. 8 Tá ið arbeiðsætlan samb. grein 7 stk. 8 verður gjørd, eigur at verða miðað ímóti, at starvsfólkið ikki beint eftir tilkallivakt/samdøgurvakt verður sett til vanligt arbeiði ella samdøgurvakt. Verður kortini álagt sjúkrarøktarfrøðinginum at hava vanligt arbeiði ella samdøgurvakt beint eftir tilkallivakt, og hann ikki hevur havt hvíld undir tilkallivaktini, sum svarar til minst helvtina av tilkallivaktini (fyri samdøgurvakt 11 tímar), har av minst 4 tímar skulu vera millum kl. 23 og byrjanini av komandi tænastu, skal hann ikki byrja dagsarbeiðið, samdøgurvakt ella fríganga, fyrr enn hann hevur fingið 8 tímar samanhangandi hvíld, roknað frá seinastu boðsending í tilkallivakttíðini.
stk. 9. Sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava tilkallivakt 1, fáa fasta telefongjaldið goldið + 300 kr. um árið fyri samtalur.
stk. 10. Fyri tilkallivakt, sum er av slíkum slag, at tað er rímiligt at víkja frá omanfyristandandi ásetingum, verður samsýning avtalað serstakt millum partarnar. Her verður eitt nú hugsað um lítið tyngjandi tilkallivakt og telefonvakt.
Stk. 11. Trýsttangin
Sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava tilkallivakt til trýsttangan, fáa fyri tíðarskeiðið uttanfyri vanliga arbeiðstíð samsýning sambært § 8 stk. 1 og stk. 9, vakt 1. (Galdandi frá 1. juni 2003).
stk. 1. Mánaðarløntum (fastløntum) starvsfólki er lógarfest frítíð samb. løgtingslóg nr. 30 frá 01.04.86. “Frítíð við løn” við broytingum.
stk. 2. Frítíð verður bert hildin við heilum arbeiðsfríum døgum. Svarar vunnin frítíð til brotpartar av einum degi, kann tíðin leggjast saman við aðrari vunnari frítíð.
stk. 3. Parttíðarsett, ið arbeiða uttan fyri (meirarbeiði) ásettu arbeiðstíð, fáa 12 % í frítíðarviðbót fyri meirarbeiði.
stk. 4. Starvsfólk eiga rætt til serstakt frítíðargjald svarandi til 1,5% av allari føstu árslønini og 12 % av øllum útgoldnum viðbótum og úrtíðarløn í undanfarna innvinningarári. Hesi gjøld verða at gjalda í seinasta lagi, tá frítíðin byrjar. Nevnda 1,5% frítíðargjald verður ikki goldið, tá farið verður úr starvi, men ístaðin verður frítíðargjald 12 % goldið av allari lønini undanfarna innvinningarár.
stk. 5. Innvinningarárið er frá 1 januar til 31 desember. Frítíðin eigur í tann mun, tað er gjørligt – tó minst 4 vikur – at verða hildin í einum í tíðini 2. mai til 30. september.
stk. 6. Sjúkradagar í frítíð verða vanliga viðroknaðir sum frítíðardagar.
Tó kunnu eftir umsókn í serligum førum, har sjúka forðar fyri nýtslu av frítíðini á rímiligan hátt, slíkir sjúkradagar koma undir reglurnar fyri sjúku, og nýggir frítíðardagar verða tá givnir.
Um starvsfólkið er óarbeiðsført, tá frítíðin byrjar, verða tó altíð latnir eyka frítíðardagar.
Frítíðin byrjar á fyrsta frítíðardegi.
Føst løn merkir: Grundløn íroknað eftirlønargjald + serlig ikki eftirlønargevandi viðbót og møguligar fastar viðbøtur (t.d. deildarleiðaraviðbót)
Viðbøtur og úrtíðarløn merkir: øll løn, ið er útgoldin umframt ta føstu lønina.
Partur IV
§ 10 Fyribils setan í hægri starv
stk. 1. Sjúkrarøktarfrøðingar, sum fyribils røkja hægri starv í minst eina viku, eiga í hesum tíðarskeiði somu løn, sum teir høvdu fingið, um teir vóru settir í hetta hægra starvið.
stk. 2. Nettolønin verður nýtt sum grundarlag fyri lønarútrokningini.
stk. 3. Sjúkrarøktarfrøðingar, settir í fyribils tænastu sum ábyrgdarhavandi sjúkrarøktarfrøðingar, ið eru flokkaðir hægri enn teirra egna starv, skulu hava viðbót fyri fyribils tænastu í hægri starvi, hóast tann fyribils tænastan ikki hevur verið í 1 viku.
stk. 1. Sjúkrarøktarfrøðingar hava rætt til flutningsendurgjald, um teir nýta egnan bil til arbeiðsbrúk.
stk. 2. Fyri koyring í egnum bili verður veitt endurgjald sambart galdandi rundskrivi.
stk. 1. Ferðing við sjúklingi uttanland
Ferðartíð verður roknað sum 2 arbeiðsdagar. Um arbeiðstíðin, t.v.s. frá fráfaringartíð av arbeiðsplássinum í Føroyum, til sjúklingurin er innskrivaður á danskt sjúkrahús, fer út um 8 tímar, skal hetta gjaldast sum úrtíð. Um ikki slepst heimaftur, t.d. vegna ringt veður, ella útseldar ferðaseðlar, verður henda tíð roknað sum vanligur arbeiðsdagur.
Sjúkrarøktarfrøðingar, ið eftir ætlanini skuldu havt kvøld, náttar – ella tilkallivakt, missa ikki hesa viðbót.
stk. 2. Tíma/dagpeningur
verður goldin frá fráfaringartíðini av sjúkrahúsinum, til sjúkrarøktarfrøðingurin er heima aftur, tó altíð minst 2 samdøgur.
Um sjúkrarøktarfrøðingurin ynskir hetta, kann ávísast innivist, og skal hetta gjaldast av sjúkrahúsinum áðrenn fráferð. Annars verður goldið sambært galdandi reglum.
stk. 3. Hýrivognur kann nýtast frá Ríkissjúkrahúsinum til gistingarhús (innivist) innan fyri 15 km frá sjúkrahúsinum.
stk. 4. Um sjúkrarøktarfrøðingurin hevur serligt viðføri við sær til heilivág og/ella tung tól, kann hýruvognur nýtast frá gistingarhúsi í Keypmannahavn til flogvøllin í Kastrup.
stk. 5. Í sambandi við sjúkraflutning skal sjúkrarøktarfrøðingurin verða tryggjaður.
stk. 6. Tíma-/dagpeningur fyri ferðing innanoyggja
Dagpeningur verður roknaður fyri hvørt samdøgur, sum viðkomandi er burturstaddur. Fyri minni enn samdøgur, men meiri enn 4 tímar, verður tímapeningur roknaður fyri hvønn ásettan tíma, tó ikki út um dagpening fyri samdøgur. Náttarviðbót verður veitt fyri at hava ligið nátt burtur frá tænastustaði, um innivist ikki er ávíst av arbeiðsgevaranum. Annars verður goldið sambært galdandi reglum.
stk. 7. Bæði út- og heimferð eru at rokna sum arbeiðstíð.
stk. 8. Støðgur upp til 3 tímar áðrenn heimferð er roknaður við í arbeiðstíðina.
stk. 9. Fyri aðra ferðing enn í sambandi við sjúkraflutning, skal samsýning og endurgjald gjaldast sjúkrarøktarfrøðinginum eftir galdandi reglum, sambært semju millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag Landsins.
stk. 1. Ferðaútreiðslur í sambandi við avloysarastarv upp til 8 mánaðir til størv í Føroyum rindast av setanarstaðnum.
stk. 1. Sjúkrarøktarfrøðingar fáa ókeypis tænastubúna. Har hetta ikki er gjørligt, verður givið 1764 kr. um árið, ella um tað er ókeypis vask 840 kr. í viðbót.
stk. 2. Heilsufrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar í Almannaverkinum/Heimatænastuni fáa viðbót fyri tænastubúna:
Fulla tíð 2784 kr. um árið.
Parttíðarsettir undir 30 tímar um vikuna 2328 kr. um árið.
stk. 3. Heilsufrøðingar, ið bara arbeiða í skúla fáa viðbót fyri tænastubúna 1764 kr. um árið.
Stk. 1. Sjúkrarøktarfrøðingar, ið ikki eru settir við sjúkrarøktarfrøðiskúla, hava rætt til serligt gjald fyri sjúkrarøktar undirvísing og fyrireiking av frálæru til sjúkrarøktarfrøðilesandi eftir hesum reglum.
a. Tá ið undirvísing og fyrireiking eru í vanligari arbeiðstíð: Eingin viðbót.
b. Er undirvísing uttanfyri arbeiðstíðina, fæst gjald fyri teir tímar, frálæran er.
c. Tá ið undirvísingin er í arbeiðstíðini, men fyrireikingin uttanfyri arbeiðstíðina, fæst ½ gjald fyri teir tímar, undirvíst er.
Samsýning:
Tímaløn fyri undirvísing er sambært ásetingunum í avtaluni um vaktargjøld, gjøld fyri ólagaliga arbeiðstíð v.m.
Uppgávurætting: 1 uppgáva = kr. 250,-.
Uppgávurætting til endaliga próvtøku: 1 uppgáva = kr.600,-
Uppgávurætting Heilsuskúli Føroya: 1 uppgáva = kr. 200,-
Tá ið uppgávurætting av bachelorprojektinum fer at koma fyri, er semja um, at rættisamsýningin verður roknað við útgangsstøði í tí, sum er galdandi á Fróðskaparsetrinum, t.e. 1 uppgáva = 6 tímar á kr. 413,95.
stk. 2. Fyri frálæru til aðrar fakbólkar verður fyri hvønn undirvísingartíma, íroknað fyrireiking, tímalønin goldin kr. 341,02 umframt 12% í frítíðarløn.
stk. 3. Fyri frálæru til sjúkrarøktarfrøðingar verður fyri hvønn undirvísingartíma, íroknað fyrireiking, tímalønin goldin kr. 418,27 umframt 12% í frítíðarløn.
stk. 4. Tá sjúkrarøktarfrøðingar halda fyrilestur, verður goldið kr. 1.048,39 fyri fyrsta tíma og kr. 440,10 fyri hvønn fylgjandi tíma, íroknað fyrireiking.
stk. 5. Frálæra, ið verður givin um kvøldið, t.e. aftaná kl. 17:00, verður samsýnd eftir § 15, stk. 1-3, umframt eitt ískoyti uppá 20%.
Stk. 1. Tá ið sjúklingi verður veitt manuel ventilatión, og tá ið sjúklingar fáa hita ella kulda viðgerð, ið er til ampa fyri sjúkrarøktarfrøðingin, verður hvør arbeiðstími roknaður sum 1 ¼ tími.
stk. 2. Við luttøku í neyðflutningi verður veitt viðbót á kr. 500,00
stk. 3. Sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiða á afturlatnari psykiatriskari deild, fáa viðbót áljóðandi kr. 700, – um mánaðin.
Henda viðbót kann eisini latast, tá ið ein deild av trygdarávum verður stongd í meir enn ein mánað út í eitt. Gjaldið verður tá kr. 29,17 fyri hvørja planlagda vakt, ið er arbeidd við góðkenning deildarleiðarans.
Partur V
§ 17 Setanarbræv – Starvslýsingar
stk. 1. Í seinasta lagi 14 dagar eftir setaninna fær starvsfólkið setannarbræv. Í setannarbrævinum skal standa:
1. navn og bústaður hjá setannarmyndugleikanum og tí setta
2. nær setanin tekur við
3. galdandi sáttmáli millum omanfyri nevndu partar at ganga eftir
4. starvsheiti
5. byrjanarløn (grundløn umframt fastar viðbøtur og/ella ískoyti)
6 . eftirlønargjald
7. starvsaldur og næstu broytingar í starvsaldri
8. uppsagnartíð frá arbeiðsgevara og setta
9. setanarbrotpartur, arbeiðstíð
10. frítíð við løn og frítíðarískoyti
11. setanarøki og arbeiðsstaður/staðir í løtuni
Fatar arbeiðið um fleiri arbeiðsstaðir, skal verða viðmerkt á hvørjum arbeiðstaði umsøkjarin hevur høvuðsstarv.
stk. 2. Tá ið starv er leyst, verður tað at lýsa á stovninum og í minst einum føroyskum blaði. Tilskilast skal, hvat starvið umfatar, t.d. deild, setanarbrøk, arbeiðstíð, og hvørjum lønarflokki starvið verður lønt eftir. Sama er galdandi, tá ið lýst verður eftir fyribils hjálp v.m.
Umsóknarfreistin skal vera í minsta lagi 14 dagar frá tí, lýst er í føroyskum dagblaði. Er talan um nýtt starv, sum ikki higartil er flokkað, skal Fíggjarmálaráðið/arbeiðsgevarin samráðast við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar um flokking, áðrenn starvið verður lýst leyst.
stk. 1. Arbeiðsgevarin hevur ikki skyldu at útvega sjúkrarøktarfrøðingum bústað. Um ein sjúkrarøktarfrøðingur hevur bústað frá arbeiðsgevara og ynskir at flyta, er uppsagnartíðin 3 mánaðir, undantikið við uppsøgn av starvi.
stk. 2. Leigan kann ikki vera hægri enn tað, stovnurin skal gjalda fyri ta ávísu íbúðina.
stk. 3. Undir fyribils tænastu á øðrum stovni enn tí, starvsfólkið arbeiðir á, har arbeiðsgevarin hevur álagt honum starvið, hevur arbeiðsgevarin skyldu at útvega ókeypis bústað, um fastar útreiðslur eru á upprunastaðnum.
stk. 1. Mánaðarlønt (fastlønt) hava í sambandi við sjúku rætt til løn samb. lóg nr. 13 dagf. 20. mars 1958 “Løgtingslóg um starvsmenn” við seinri broytingum. Sjúkrarøktarfrøðingur hevur skyldu at boða arbeiðsstaðnum frá áðrenn arbeiðsbyrjan fyrsta sjúkradag ella skjótast aftaná.
Sjúkrarøktarfrøðingur hevur skyldu at skjalprógva fráveruna, um arbeiðsgevarin áleggur tað. Sjúkrarøktarfrøðingur hevur ikki skyldu at upplýsa sjúkraorsøk.
Læknaváttan samb. starvsmannalógini
stk. 2. Sjúkrarøktarfrøðingar hava rætt til at fáa frí uttan lønarmiss í sambandi við, at heimabúgvandi børn eru sjúk. Hetta er galdandi fyri 1. sjúkradag hjá barninum. Skylda er at upplýsa, um tað er barn, ið er sjúkt.
stk. 3. Um starvsfólk sjúkrameldar seg á frígongudegi, skal dagurin roknast sum frígingin. Um starvsfólk sjúkrameldar seg, áðrenn frígongudagurin er byrjaður, verður tíðin at rokna sum sjúkradagur.
stk. 4. Starvsfólk hava, tá tey hava verið sjúk, skyldu til at boða arbeiðsstaðnum frá, tá tey eru før fyri at taka upp arbeiðið aftur. Fráboðað skal vera í seinasta lagi 10 tímar, áðrenn tilrættislagt arbeiði byrjar.
stk. 1. Sjúkrarøktarfrøðingur, ið er við barn, eigur at siga leiðsluni frá 3 mánaðir, áðrenn hon væntar at eiga.
stk. 2. Sjúkrarøktarfrøðingi verður veitt full løn fyri tíðina, frá tí hon gerst óarbeiðsfør, tó í mesta lagi 8 vikur undan føðing, og tilsamans 24 vikur. Sjá LL. Um barnsburðarfarloyvi. (barsil.fo)
Afturat hesum hevur hon rætt til at fáa frí uttan løn í 6 vikur uttan miss av starvsaldri.
Harumframt kann sjúkrarøktarfrøðingur fáa 5 mánaða eykafarloyvi uttan løn aftaná barnsburð uttan miss av starvsaldri.
Mannligur sjúkrarøktarfrøðingur fær farloyvi 1 mánað uttan løn og uttan miss av starvsaldri.
stk. 3. Umframt tær í stk. 2 nevndu sømdir kann sjúkrarøktarfrøðingur fáa sjúkrafarloyvi 6 mánaðir í slíkum førum, har hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum. Undir slíkum umstøðum verður veitt sjúkrarøktarfrøðinginum full løn. Henda frávera skal ikki teljast við í 120 daga sjúkraregluni.
Undir serligum umstøðum, kann sjúkrarøktarfrøðingurin fáa meira enn 6 mánaða fráveru.
stk. 4. Sjúkrarøktarfrøðingur, ið ættleiðir barn, fær frí við løn 24 vikur.
Mannligur sjúkrarøktarfrøðingur fær farloyvi 1 mánað uttan løn og uttan miss av starvsaldri.
stk. 5. Liggur barnið á sjúkrahúsi, og mamman fer aftur til arbeiðis, áðrenn farloyvið er úti, hevur hon rætt at nýta írestandi farloyvi seinri. Tó krevst, at barnið er útskrivað áðrenn 6 mðr. aftaná føðingina.
Hetta er eisini galdandi fyri ættleiðing.
stk. 1. Sjúkrarøktarfrøðingur kann fáa farloyvi, tá ið tað ikki nervar arbeiðið á stovninum. Farloyvið kann játtast upp til 5 ár. Setanarstaðið hevur ábyrgd av at hava starvið leyst til viðkomandi, tá ið farloyvið er úti.
§ 22 Broyting í arbeiðsgongd v.m.
stk. 1. Tá avgerandi broytingar verða gjørdar í arbeiðsgongdini ella umsitingini á einum stovni, ella nýggj tøknifrøði verður tikin í nýtslu, skal starvsfólkið hava boð um hetta í góðari tíð fyri at fáa høvi at vera við í tilrættisleggingini. Krevja tílík tiltøk eftirútbúgving, skulu starvsfólk á avvarðandi stovni hava høvi til at fáa neyðuga eftirútbúgving, so tey kunnu røkja hetta arbeiðið.
stk. 2. Álitisumboðið skal hava skipanarreglur fyri viðkomandi stovn.
Eisini skal álitisumboðið takast við í ráðleggingina, tá broytingar verða gjørdar samb. stk. 1.
stk. 3. Áðrenn nýggjar arbeiðsuppgávur ella broytingar í arbeiðs- ella ábyrgdarøki verða álagdar sjúkrarøktarfrøðingum, skulu setanar- og lønarviðurskiftini takast upp til samráðingar við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
stk. 1. Uppsøgn millum partarnar er uppsagnarfreistin samb. starvsmannalógini.
stk. 2. Er talan um at siga sjúkrarøktarfrøðing úr starvi, er tað skylda setanarmyndugleikanna at geva bæði avvarðandi starvsfólki og Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar skrivlig boð um hetta, har grundgeving um uppsøgnina er tilskilað.
stk. 3. Metir Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar uppsøgnina ógrundaða, kann felagið áðrenn ein mánað aftaná uppsøgnina krevja fund millum avvarðandi setanarmyndugleika og felagið. Fæst ikki semja á fundinum, kann málið áðrenn ein mánað verða viðgjørt í eini uppsagnarnevnd, har setanarmynduleikin og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar velja tveir limir hvør. Tó kunnu partarnir í smærri málum, um teir semjast um tað, velja ein lim hvør. Í felag velja partarnir 5. (3.) limin, ástøðumannin. Fæst ikki semja um 5. (3.) limin, skal hann útnevnast av Føroya Rætti.
Nevndin skipar sjálv fyri arbeiðshátti sínum. Uppsagnarnevndin kann avhoyra partarnar og vitnið. Nevndin ger ein úrskurð, og verður úrskurðurin, at uppsøgnin er ógrundað, verður setanarmyndugleikunum álagt at bøta um avleiðingarnar av uppsøgnini. Eru uppsagdi og setanarmyndugleikin ikki samdir um, at setanarviðurskiftini kunnu halda fram, tá skal gjaldast viðkomandi eitt endurgjald, hvørs stødd nevndin ásetur, treytað av umstøðum, starvsaldri og verandi starvsheiti. Nevndin avger, hvør skal rinda útreiðslurnar av nevndararbeiðinum.
stk. 4. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar skal hava boð um uppsøgnina við nágreiniligari grundgeving, og verður uppsøgnin ikki givin, fyrr enn Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar innan tvær vikur hevur ummælt uppsøgnina.
Partur VI
SERAVTALUR
§ 24 Sjúkrarøktarfrøðingar í Almannaverkinum/Heimatænastuni
stk. 1. Sjúkrarøktarfrøðingar í Almannaverkinum/Heimatænastuni kunnu setast í fast starv parttíð niður til 8 tímar um vikuna á útoyggjum og støðum, har óhøgligt er atkomandi.
Setanartreytirnar eru tær somu sum hjá starvsmonnum við eftirløn.
Skipað samdøgurrøkt kann tilrættaleggjast sambært § 7 ella § 8 í sáttmálanum.
stk. 2. Telefonviðbót
a. Har einki arbeiðshøli er til taks, skal sjúkrarøktarfrøðingurin í Heimatænastuni hava telefonendurgjald.
Fulltíðarsettir: Fast gjald + 373 kr. fyri samrøður um fjórðingsrárið.
Parttíðarsettir undir 30 tímar um vikuna: Fast gjald + 186,50 kr. fyri samrøður um fjórðingsárið.
Tímalønt undir 4 tímar um dagin: 12,60 kr. um dagin.
Tímalønt meira enn 4 tímar um dagin: 25,20 kr. um dagin.
Sjúkrarøktarfrøðingar í Heimatænastuni, settir undir 30 tímar um vikuna, og sum í einum fjórðingsári arbeiða meira enn 30 tímar, fáa fult endurgjald.
b. Útreiðslur til telefonvakt undir fráveru, t.d. frídagar, frítíð, sjúka og skeið, verða goldnar av arbeiðsgevaranum, tá ið hesin áleggur telefonvakt.
stk. 3. Sein vitjan/uppkall
Har tað ikki er skipað samdøgurrøkt, førir hetta við sær, at vitjan millum kl. 18 og 07 bert kann fara fram undir serligum umstøðum og verður goldin soleiðis.
Mánadag-fríggjadag kl. 18-23 yvirtíð
Mánadag-fríggjadag kl. 23-07 yvirtíð+50%
Leygardag-sunnudag kl. 18-07 yvirtíð+ 50 %
Minst ein tími verður goldin.
Henda arbeiðstíð verður ikki tald við í vikutímatalið.
Starvsfólkið hevur rætt til hýruvogn til og frá hesum vitjanum. Um egin bilur verður nýttur, verður endurgjald veitt eftir galdandi reglum.
Úrtíðarviðbót verður ikki veitt í hesum førum.
stk. 4. Viðbót verður givin bæði fyri at gera lík í stand og fyri at leggja í kistu.
Viðbótin er:
frá kl. 07 - 23: 140 kr. hvørja ferð.
frá kl. 23 - 07: 250 kr. hvørja ferð.
stk. 5. Sundurbýtt tænasta
Arbeiðið eigur at verða lagt soleiðis til rættis, at sundurbýtt arbeiðstíð - har við skilst arbeiðstíð, býtt sundur við einum støðgi á 2 tímar ella meir – ikki kemur fyri. Um sundurbýtt arbeiðstíð kemur fyri, má tað bert vera eina ferð um dagin eftir avtalu, og tá verður givin viðbót á 27 kr.
stk. 6. Sjúkrarøktarfrøðingar í Heimatænastuni (Almannaverkinum), sum eru flokkaðir 23, 24, 25, 26, 29, 31, 33, fáa fyri arbeiði í náttarvakt viðbót tímarnar frá 23-07 á kr. 6,00 um tíman, umframt aðrar frammanundan avtalaðar viðbøtur, tó ongantíð minni enn svarandi til lønarstig 29 (var 26).(galdandi frá 1. oktober 2014)
stk. 7. Verða broytingar gjørdar á nevndu økjum, verður Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið at samráðast aftur.
Stk. 8. Bólkaleiðarar í Heimatænastuni
Bólkaleiðarnir verða settir við einari starvslýsing, sum Almannaverkið ger. Arbeiðstíðin hjá bólkaleiðararnum er 40 tímar um vikuna, ella sambært setunarbrøki. Fyri ábyrgd og vansar, sum fylgja við starvinum, so sum at svara telefon eisini heima, fær bólkaleiarin eina mánaðarliga ikki eftirlønargevandi viðbót, sum er 2000,- kr. um mánaðin (roknað lutfallsliga eftir setunarbroti), frá 1.2.2007 at rokna.
stk. 1. Sáttmálin fevnir um heilsufrøðingar, ið hava fráfaringarprógv sum heilsufrøðingar frá Danmarks Sygeplejerskehøjskole við Århus Universitet. Eisini fevnir sáttmálin um sjúkrarøktarfrøðingar, ið ikki hava fráfaringarroynd frá Danmarks Sygeplejerskehøjskole, men sum verða settir í starv innan skúlalæknaskipanina.
stk. 2. Avloysari, sum ikki hevur fráfaringarprógv sum heilsufrøðingur, men hevur góðkenning frá heilsustýrinum, kann setast í starv sum heilsufrøðingur í avmarkaða tíð fyri heilsufrøðing ið arbeiðir við pinkubørnum og fyri heilsufrøðing í samskipaðari pinkubarna- og skúlaheilsurøkt. Setanarlønin er byrjanarløn fyri útbúnar heilsufrøðingar.
stk. 3. Heilsufrøðingar í skúla og sjúkrarøktarfrøðingar í skúla binda seg til annað arbeiði í skúlafrítíðum/skúlafrídøgum (uttan fyri egnu frítíð) enn beinleiðis arbeiði við børnum, millum annað tað fyrisitingarliga arbeiðið, ið er bundið at starvinum.
stk. 4. Har einki arbeiðshøli er til taks, skal heilsufrøðingurin hava telefonendurgjald.
Fulltíðarsett: Fast gjald + 373,00 kr. fyri samrøður um fjórðingsárið.
Parttíðarsett: Fast gjald + 186,50 kr. fyri samrøður um fjórðingsárið.
Heilsufrøðingar, settir undir 30 tímar um vikuna, og sum í einum fjórðingsári arbeiða meir enn 30 tímar, fáa fult endurgjald.
stk. 5. Kommunurnar hava skyldu at útvega og gjalda skrivstovuhøli, innbúgv, skrivstovulutir, telefon o.a.
§ 26 Sjúkrarøktarfrøðingar settir við røktar- og ellisheim v.m.
stk. 1. Um so er, at á einum røktarheimi, har fyristøðufólkið ikki er sjúkrarøktarfrøðingur, verður skipað eitt sjúkrarøktarfrøðingastarv, sum skal umfata ta sjúkrarøktarstarvsligu ábyrgdina, verður lønin ásett sambært samráðing millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, stýrið fyri røktarheimið og Fíggjarmálaráðið í hvørjum einstøkum føri.
stk. 2. Eftir avtalu kann sjúkrarøktarfrøðingur fáa tænastutelefon sambært galdandi reglum fyri tænastumenn.
stk. 3. Fyristøðufólk
a. Sum endurgjald fyri forskotna, sundurbýtta og óásetta arbeiðstíð fær fyristøðufólkið eina tiltøkuviðbót frá 01.04.88: 386,81 kr. um mánaðin.
b. Fyristøðufólkið er ikki umfatað av reglum um hægstu tænastutíð, men miðal vikutímatalið er ætlað at vera 40 tímar.
c. Fyristøðufólkið kann fáa viðbót fyri meirarbeiði samb. avtalum um endurgjald fyri tænastumenn, uttan hægstu tænastutíð.
stk. 4. Har fyristøðufólkið hevur tilkallitænastu, fær tað niðanfyristandandi árligu viðbøturnar.
a. Har fyristøðufólkið er einsamalt um vaktina:
1. Røktarheim við 30 plássum ella meira, 01.04.88: 31.319,39 kr.
2. Røktarheim við færri enn 30 plássum, 01.04.88: 24.162,56 kr.
b. Har fyristøðufólkið og aðrir sjúkrarøktarfrøðingar skiftast um vaktina:
1. Røktarheim við 30 plássum ella meira:
a 2 skiftast um vaktina 24.162,56 kr.
b 3 skiftast um vaktina 21.010,95 kr.
c Meira enn 3 skiftast 16.157,57 kr.
2. Røktarheim við færri enn 30 plássum:
a. 2 skiftast um vaktina 21.010,95 kr.
b. 3 skiftast um vaktina 16.157,51 kr.
c. Meira enn 3 skiftast 12.705,72 kr.
c. Har annað starvsfólk (sjúkrarøktarfrøðingar og røktarheimsassistentar) hevur tænastu, og fyristøðufólkið hevur tilkallivakt, verður viðbótin niðursett lutfallsliga til 50% av viðbótini a1 og a2.
stk. 5. Eingin viðbót verður givin í teimum førum, har ábyrgdarhavandi sjúkrarøktarfrøðingar eru settir í kvøld- og náttarvakt.
stk. 6. Millum partarnar er semja um, at um fyristøðufólk – orsakað av sjúku hjá starvsfólki – luttekur í kvøld- ella náttarvakt, hevur tað ikki rætt til eyka viðbót fyri hetta. Hetta er íroknað tiltøkuviðbótina.
stk. 7. Um eitt fyristøðufólk, ið ikki hevur uppiborið rætt til tilkalliviðbót, eftir avtalu átekur sær kvøld ella náttarvakt – orsakað av sjúku ella farloyvi millum starvsfólk – kann viðkomandi fáa frí ella gjald samb. galdandi reglum.
Endurgjaldið kann tó bert gevast, um 3 vaktir hava verið hvør eftir aðra, ella um tað hava verið 3 vaktir í 14 dagar.
§ 27 Sjúkrarøktarfrøðingar settir sum tænastumenn
stk. 1. Sjúkrarøktarfrøðingar settir sum tænastumenn eru umfataðar av tænastumannalógini.
stk. 2. Sjúkrarøktarfrøðingar settir sum tænastumenn eru undir eftirlønarskipan samb. tænastumonnum landsins.
stk. 3. Tænastumenn fáa lønina útgoldna frammanundan.
§ 28 Tímaløntir sjúkrarøktarfrøðingar
stk. 1. Sjúkrarøktarfrøðingur, ið ikki er settur í fast starv, fær tímaløn.
Tímalønin roknast í dagtímum sum 1/2080, og í kvøld/náttarvaktum 1/1924, svarandi til starvsaldur av nettoárslønini hjá sjúkrarøktarfrøðingum.
stk. 2. Um ein tímaløntur sjúkrarøktarfrøðingur verður settur sum avloysari fyri sjúkrarøktarfrøðing í hægri starvi enn tímalønti, verður lønin roknað í mun til árslønina á tí lønarstigi, ið galdandi er fyri hægra starvið, og annars sum nevnt omanfyri.
Um tímalønin, ið roknað verður fram til, er lægri ella eins høg og tann løn, ið avloysarin hevur rætt til, verður lønin sett á næsta hægsta lønarstig.
stk. 3. Tímalønt, sum eingin avtala er gjørd við, hava rætt til avrokning eina ferð um vikuna.
Letur útgjaldan seg ikki gera við endan av arbeiðstíðini, kunnu tímalønt eftir avtalu fáa lønina sendandi.
Tímalønt hava rætt til útgreinaðan lønarseðil.
Tímalønt hava rætt til fast starv, um tilrættislagt arbeiði er í einum álmanakkamánaði.
stk. 4. Tímalønt fáa ikki viðbót fyri kvøld- og náttarvakt (3 tímar fyri 40 tímar)
Viðbótin er roknað í kvøld- og náttar tímalønini.
stk. 5. Tímalønt fáa ókeypis tænastubúna
Har hetta ikki ber til, verður veitt ein viðbót uppá 0,89 kr. um tíman.
stk. 6. Starvsaldur verður roknaður fyri tímalønt arbeiði, um sjúkrarøktarfrøðingur kann prógva minst 59 tíma arbeiði í einum mánaði, uttan at hava verið í føstum starvi.
stk. 7. Verður umbiðin tímalønt vakt avlýst seinri enn 4 tímar, áðrenn arbeiðið átti at byrjað, verður løn goldin fyri alla vaktina.
§ 29 Sjúkrarøktarfrøðingar við framhaldsútbúgving
stk. 1. Sum framhaldsútbúgving verður at rokna ein tilrættisløgd útbúgving innan eina ávísa sergrein, sum er góðkend av Føroya Landsstýri og Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ella ein útbúgving, ið er góðkend av heilsustýrinum og kravd fyri at virka innan eina ávísa sergrein.
stk. 2. Sjúkrarøktarfrøðingar, ið hava eina framhaldsútbúgving, hava rætt at koma á eftirútbúgvingarskeið fyri, eftir tørvi, at halda útbúgvingina við líka, sum sergreinin broytist.
Allar útreiðslur í hesum sambandi verða goldnar av arbeiðsgevaranum.
stk. 3. Fyri sjúkrarøktarfrøðingar í Heimatænastuni er galdandi:
Eftir umsókn kann innan fyri hvørt 2 ára setanarskeið gevast tænastufrí við løn í 2 vikur til eitt av sáttmálapørtunum góðkent skeið. Skeiðgjald og ferðaútreiðslur verða goldnar av arbeiðsgevaranum.
stk. 4. Heilsuverkið/arbeiðsgevarin hevur skyldu árliga at senda sjúkrarøktarfrøðingar til framhalds útbúgving á Dansk Sygeplejehøjskole í sama mun sum higartil ella líknandi útbúgving við fullari løn uttan eykaútreiðslur ella aðrar treytir enn, at sjúkrarøktarfrøðingurin bindur seg til at arbeiða eitt ár eftir lokna útbúgving.
Sambært semju frá 10. apríl 2014. Sjá lønartalvu.
1. Sjúkrarøktarfrøðingar ganga stigini:
23, 24, 25, 26, 29. Tann 1. okt. 2013 flyta tey, sum hava verið á stigi 29 í 23 mánaðir ella meir, á stig 31. Tann 1. oktober 2014 verða tey, sum eru á stigi 31, flutt á stig 33.
Eftir tað eitur gongdin 23, 24, 25, 26, 29, 31, 33, tvey ár á hvørjum stigi.
Sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava fingið útbúgving á bachelorstøði í sjúkrarøkt ganga stigini: 24, 26, 29, 32 og 35, tvey ár á hvørjum stigi.
2. Varadeildarleiðarar ganga stigini: 24, 25, 26, 27, 28, 31
Galdandi frá 1. oktober 2014: stigini 34, 35, 36, og fáa starvsaldur pr. 1.10.2014.
3. Deildarleiðarar ganga stigini: 30, 31, 32, 33
Galdandi frá 1. oktober 2014: stigini 36, 37, 38. T.e. allir flyta á stig 36 tann 1. oktober 2014 við starvsaldri pr. 1.10.2014.
4 . Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar eru á lønarstigi 40
Frá 1. oktober 2014: 42
5. Fyristøðukvinnur (á Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi) ganga stigini: 37, 39, 41
Frá 1. oktober 2014: 42
6. Sjúkrarøktarstjóri er á lønarstig: 49
7. Ábyrgdarhavandi sjúkrarøktarfrøðingar:
0-59 sengur: 26, 27, 28, 29, 30
60-79 sengur: 28, 29, 30, 31, 32
80- sengur: 30, 31, 32, 33, 34
Frá 1. oktober 2014 ganga hesi somu stigini sum sjúkrarøktarfrøðingar (nærmast yvir).
8. Sjúkrarøktarfrøðingar – Anæstesi ganga stigini: 26, 27, 28, 29, 30
Frá 1. oktober 2013 ganga hesi somu stigini sum sjúkrarøktarfrøðingar (nærmast yvir).
9. Varadeildarleiðari – anæstesi ganga stigini:
27, 28, 29, 30, 31
Frá 1. oktober 2014 verða hesi lønt sum varadeildarleiðari: 34, 35, 36
10. Deildarleiðari – Anæstesi ganga stigini: 31, 32, 33, 34
Frá 1. oktober 2014 verða hesi lønt sum deildarleiðarar: 36, 37, 38
11. Heilsufrøðingar ganga stigini: 30, 31, 32, 33
Galdandi frá 1. oktober 2014: Heilsufrøðingar ganga stigini 31, 32, 33, 34. Tey, sum hava verið á stigi 33 í 2 ár ella meir, flyta á stig 34 og fáa starvsaldur pr. 1.10.2014. Tey, sum eru á stigi 30, flyta á stig 31 og fáa starvsaldur pr. 1.10.2014.
12. Orðingin ”Sjúkrarøktarfrøðingar í skúla: (fyrr skúlasjúkrasystrar) ganga stigini: 23, 24, 25, 26, 29” fellur burtur tann 1. oktober 2014.
13. Stjóri fyri heilsufrøðingar er á lønarstigi 43
14. Varastjóri fyri heilsufrøðingar er á lønarstigi 40
15. Sjúkrarøktarfrøðingar í Heimatænastuni og í økispsykiatriini ganga stigini: 24, 25, 26, 29, 30 Eftir 1. oktober 2014 ganga hesi stigan hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Tey, sum eru á stigi 30, flyta tann 1. oktober 2014 á stig 31 við starvsaldri pr. 1.10.2014.
16. Ábyrgdarhavandi sjúkrarøktarfrøðingur í náttarvakt í Heimatænstuni ganga stigini:
29, 30, 31, 32, 33, 34, 35
17. Økisleiðarar í Heimatænastuni ganga stigini 38, 40, 41
18. Leiðarar á sambýlum ganga stigini: 29, 30, 31, 32. Leiðarar á sambýlum verða frá 1. oktober 2014 lønt á lønarstigi 34, 35, 36. T.e., allir flyta á stig 34 við starvsaldri pr. 1.10.2014.
19 Orðingarnar “Leiðari í Heimarøktini er á lønarstig: 49, og Varaleiðarar í Heimarøktini er á lønarstig: 35.” fella burtur tann 1. oktober 2014
20. Fyristøðufólk fyri ellis-, avlamis-, hvíldar-, umlættingar-, røktarheim og onnur:
0-24 sengur 31, 33, 35, 37
25-69 sengur 35, 37, 39, 41
70-99 sengur 38, 40, 42, 44
21. Tá ið sjúkrarøktarfrøðingar gerast bachelorar, flyta tær nærmast yvir t.e. á næsta lønarstig á bachelorstiganum.
Løn samsvarandi ábyrgd og førleika:
Avtalan um viðbøtur til sjúkrarøktarfrøðingar dagfest tann 29. mai 2000 er framvegis galdandi við hesum broytingum:
Viðbøtur fyri ábyrgd:
Sjúkrarøktarstjóri á LS .......................................... 5.000,- kr/mð
Fyristøðukvinnur KS og SS .................................... 5.000,- kr/mð
Fyristøðufólk fyri ellis-,avlamis-, hvíldar-, umlættingar-,
og røktarheim og onnur ........................................ 3.800,- kr/mð
Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar
(yvirsjúkrasystrar) .................................................. 3.500,- kr/mð
Deildarleiðarar
(deildarsjúkrasystrar) ............................................ 3.500,- kr/mð
Varadeildarleiðari(1.assistentur) ..............................1.500,- kr/mð
Økisleiðarar í Heimatænastuni ............................... 3.800,- kr/mð
Bólkaleiðarar í Heimatænastuni ............................. 2.000,- kr/mð
Leiðarar á sambýlum ............................................ 3.500,- kr/mð
Frá 1. oktober 2014 er viðbótin ............................. 3.000,- kr/mð
Stjóri fyri heilsufrøðingar ....................................... 3.800,- kr/mð
Varastjóri fyri heilsufrøðingar ................................. 2.000,- kr/mð
Viðbøtur fyri førleika:
Sjúkrarøktarfrøðingar
við víðari útbúgving: .............................................. 2.000,- kr/mð
Sjúkrarøktarfrøðingar við aðrari útbúgving:
150 tíma teori (svarandi til 6 ECTS) ......................... 750,- kr/mð
180 tíma teori (svarandi tl 7 ECTS)......................... 1.000,- kr/mð
210 tíma teori (svarandi til 8 ECTS)........................ 1.250,- kr/mð
Við aðrar útbúgvingar skilst skipaðar og longri eftirútbúgvingar, sum kortini ikki eru víðari útbúgvingar.
Treytin fyri, at hesar viðbøtur verða latnar, er, at starvast verður á deildum við nevndu sergrein, ella innan øki, sum kunnu javnmetast( t.e. útbúgvingin er kravd ella mett at vera ein fyrimunur).
Praktikkvegleiðaraútbúgvingin kemur undir semjuna um viðbøtur fyri førleika (p.t. 210 tímar teori, t.e. kr. 1.250 fast hvønn mánað).
Herumframt fáa sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru praktikkvegleiðarar, eina funksjónsviðbót, sum er ásett soleiðis:
800 kr. um mánaðin, meðan lesandi av Almanna- og heilsuskúlanum á Tvøroyri eru á deildini.
900 kr. um mánaðin meðan atstøðingar eru á deildini.
1000 kr. um mánaðin meðan sjúkrarøktarfrøðilesandi eru á deildini.
Ein sjúkrarøktarfrøðingur fær ikki fleiri funksjónsviðbøtur, um hann hevur fleiri lesandi samstundis. Tó verður altíð hægsta viðbótin givin (t.d 900 kr. um praktikkvegleiðarin hevur bæði atstøðingar og heilsuskúlanæmmingar).
Leiðarin á Heilsuskúlanum er á stig 36 + ábyrgdarviðbót á kr. 3.500,-. Tá ið hon verður master, flytir hon næst yvir í kandidatstigan og varðveitir ábyrgdarviðbótina uppá 3.500,- kr./mð.
Sjúkrarøktarfrøðilærarar ganga stigini 28, 30, 32, 34
Lærarar, sum hava tikið ískoytisútbúgving á bachelorstøði ganga stigini 37,38,39,40.
Lønarstigi fyri master og kandidatar, sum undirvísa á skúlanum:
Ár stig viðbót
1 32 1.000
2 34 1.000
3 36 1.000
4 38 1.250
5 40 1.500
6 41 1.750
7 42 2.000
8 43 2.250
9 44 2.500
10 45 2.750
11 46 3.000
12 47 3.250
Eitt ár á hvørjum lønarstigi.
Sjúkrarøktarfrøðingar, settar í starv sum vísindastarvsfólk á Fróðsskaparsetur Føroya, fáa lønar- og setanarviðurskifti samsvarandi sáttmálan hjá AKF. Hetta er galdandi frá 1. august 2012.
Ivaspurningar um at tulka sáttmálan verða at leggja fyri Fasta Gerðarrætt.
Sáttmálin ger galdandi frá 1. oktober 2010 til 1. oktober 2015. Semjan kann uppsigast av báðum pørtum við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi til 1. oktober 2015. Tá sáttmálin er uppsagdur, verða samráðingar at taka upp sum skjótast og í seinasta lagi ein mánað eftir at áheitan um samráðingar er komin.
Á Argjum tann 10 apríl 2014
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar óluva í Gong
Fíggjarmálaráðið Snorri Fjallsbak