Við góðkenning frá felagnum kunnu limir, sum hava sama fakliga arbeiðsøki, stovna ein fakligan áhugabólk.
Uppgávurnar hjá fakligu áhugabólkunum eru, sambært viðtøkunum, at:
- at virka fyri felagsligum samanhaldi millum limir áhugabólkanna og stuðla hvør annan at fremja felags útbúgving og arbeiðsuppgávur
- At vera við at hjálpa limunum, so teir gerast alsamt meiri dugnaligir m.a við at halda fundir og skeið
- At eggja til kanningar og stuðla kanningum arbeiðsøkinum viðvíkjandi
- At vera við at menna heilsu- og sjúkrarøktina