Her er semjan frá 20. november 2017
Fíggjarmálaráðið, hereftir FMR og Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, hereftir FFS eru vorðin samd um at gera hesar broytingar í sáttmála, ið varð galdandi til 30. september 2017.
§ 1 Løn
§ 3 í sáttmálanum verður broytt soleiðis:
Partarnir eru samdir um nýggja lønartalvu við 13 stigum. Lønartalvan er viðløgd sum skjal 1 til semjuna og er partur av semjuni. Lønartalvan er galdandi í sáttmálatíðarskeiðnum. Sjá lønartalvu fyri fastlønt og
tímalønt.
§ 2 Flokkingar
§ 31 í sáttmálanum verður broytt soleiðis:
Sjúkrarøktarfrøðingar ganga stigini: 1, 2, 3, 4, 5 og 6
Sjúkrarøktarfrøðingar settir í starv við master, phd ella professara sum førleikakrav, fáa lønar- og
setanarviðurskifti samsvarandi sáttmálanum hjá AKF.
Leiðari 1: Varaleiðarar uttan førleikaviðbótir ganga á stig 7. Flokking á hesum stigi kann bert gerast við
semju millum partarnar.
Leiðari 2: Aðrir varaleiðarar ganga á stig 8
Leiðari 3: Deildarleiðarar ganga á stig 9
Leiðari 4: Varðastjóri Gigni, Økisvarðaleiðarar ganga á stig 10
Leiðari 5: Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingar, Fyristøðufólk við viðgerðar- og hvíldarheim, ganga á stig 11
Leiðari 6: Stjóri Gigni, Økisleiðarar, Varastjórar á KS og SSH ganga á stig 12
Leiðari 7: Varastjóri á LS gongur á stig 13
Allir sjúkrarøktarfrøðingar flyta í nýggja lønarstigan nærmast yvir og uttan lønarmiss.
Sjúkrarøktarfrøðingar á endastigi, uttan bachelorprógv, ganga eitt ár á stig 3.
Røktari, ið tekur útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur flytur eftir lokna útbúgving yvir á lønarstigan hjá
sjúkrarøktarfrøðingunum uttan lønarmiss.
§ 3 Førleikaviðbøtur
§ 32 um viðbøtur verður broytt soleiðis:
Fyri sjúkrarøktarfrøðingar við framhaldsútbúgving verða førleikaviðbøtur latnar soleiðis:
● 6 → 19 ECTS við 2% av lønarstig 4
● 20 → 39 ECTS við 4% av lønarstig 4
● 40 → 59 ECTS við 6% av lønarstig 4
● 60 → 119 ECTS við 8% av lønarstig 4
Viðbøturnar eru eftirlønargevandi.
Aðrar viðbøtur sambært grein 32 fella burtur.
§ 4 Gildiskoma
Sáttmálin verður galdandi frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019. Semjan kann uppsigast av báðum pørtum við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi 1. oktober 2019. Tá sáttmálin er uppsagdur, verða samráðingar at taka upp sum skjótast og í seinasta lagi ein mánað eftir, at áheitan um samráðingar er komin.
Partarnir eru samdir um, at samanskriva sáttmálatekstin við støði í hesi avtalu.
Tórshavn, tann 20. november 2017
Fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Fyri Fíggjarmálaráðið
Óluva í Gong, forkvinna Kristina Háfoss, landsstýrismaður